Íslendskir konslar í Føroyum

Ísland hevur havt mangar góðar umboðsmenn í Føroyum.

Fyrsti íslendski konsulin í Føroyum var framtaksmaðurin Páll Ólafsson. Hann varð settur í starv sum konsul 3. september 1947. Setanarbræv hansara hongur uppi á skrivstovu aðalkonsulátsins í Fútastovu, undirritað av Sveini Björnssyni, táverandi forseta Íslands, og Bjarna Benediktssyni, uttanríkisráðharra. Brævið er ein gáva til aðalkonsulátsins frá dóttur hansara, frú Ólöfu Pálsdóttur, myndhöggara.

Páll var føddur at Lundi í Lundareyjadali, 30. august 1887. Hann var sera dugandi handilsmaður og útgerðarmaður, fyrst í Íslandi og seinni í Danmørk. Hann flutti úr Danmørk til Føroya 1939 og dvaldi her til eftir seinni heimsbardaga. Kona Páls var Hildur Stefánsdóttir. Av børnum teirra kunnu nevnast døturnar Ólöf, sum fyrr er nevnd, gift Sigurði Bjarnsyni, blaðstjóra og sendiharra, og Ingibjørg, sum var kona Péturs Eggertz, sendiharra.

Páll Ólafsson var íslendskur konsul til1956, og eftir hann var Trygvi Samuelsen settur í starv. Hann røkt starvið í 29 ár. Trygvi var løgfrøðingur, sakførari og virkin politikari í Føroyum. Hann sat leingi á tingi fyri Sambandsflokkin. Fyrsta skeiðið var í 1943 – 1946. Seinni sat hann frá 1949 til 1974 út í eitt. Hann var býráðslimur í Tórshavn 1936 – 1964.

Í 1985 var Poul Mohr útnevndur íslendskur konsul í Føroyum. Hann gavst í tí starvinum 1. apríl 2007, tá ið skrivstova aðalkonsuláts Íslands varð latin upp við útsendum starvsmanni. Poul Mohr var, sum undangongumenn hansara, sera dugnaligur í starvi sum konsul Íslands í Føroyum, og hevur uttanríkistænastan nógv at takka honum og konu hansara, frú Onnu Mohr, fyri.

Poul er føddur 1929. Hann var leingi stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju. Mong íslendsk reiðarafeløg hava havt samband við hann. Poul er íslandsvinur og ferðast javnan í Íslandi, har hann hevur nógvar vinir og kenningar. Hann kennir væl til íslendska samfelagið og hevur stóran áhuga fyri hvat ið rørir seg har – ikki minst innan bókmentir.

Síðan skrivstovan lat upp við útsendum starvsfólki úr uttanríkisráðnum, hava hesir starvast sum aðalkonslar í Føroyum:

2007-2009:  Eiður S. Guðnason

2009-2011:  Albert Jónsson

2012 -       : Þórður Bjarni Guðjónsson

 



Inspired by Iceland