08.03.2013

Yvirlýsing millum Føroya Landsstýri og stjórn Íslands

Á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 5. mars var ein yvirlýsing undirritað millum Føroya Landsstýri og stjórn Íslands. Yvirlýsingin hevur til endamáls at menna samstarv tjóðanna millum. Serstøk áherðsla er at menna vinnu- og nýskapan hjá báðum tjóðum. Eisini at varðveita felags mentanararv og at varðveita ta vælvild og felagskenslu, sum er og hevur verið í teirra samskifti, og at fremja hetta við serligum atliti at vinnuligari menning og nýskapan.

Yvirlýsingin er undirskrivað av vinnumálaráðharrum og fíggjarmálaráðharrum í báðum londum: Steingrímur J. Sigfússon og Katrín Júlíusdóttir úr Íslandi, og Johan Dahl og Jørgen Niclasen úr Føroyum.

Ráðstevnan varð hildin í sambandi við at Íslendingar vildu vísa Føroyingum takksemi fyri tað vinarlag teir vístu við pengaláni uttan treytir, eftir kreppuna í 2008.

Yvirlýsingin, undirritað av ráðharrum kann síggjast her.

 



Inspired by Iceland