24.01.2014

Útnorðurráðið

Útnorðurráðið helt temaráðstevnu um mat, sum varð hildin í Skálavík á Sandoy, dagarnar 20.-24. januar. Har snúði umrøðan seg m.a. um forðingar í sambandi við innflutning av matvøru millum londini, t.e. Føroyja, Grønlands og Íslands. Eisini var fundast um Hoyvíkssáttmálan, sum er fríhandilssáttmáli millum Føroya og Íslands. Úr Íslandi komu tingmenn Íslandsdeildar hjá Útnorðurráðnum, Unnur Brá Konráðsdóttir, formaður Íslandsdeildar og formaður í Útnorðurráðnum, Katrín Jakobsdóttir, Oddný G. Hauksdóttir, tingmenn úr Føroyum og Grønlandi, og harumframt embætismenn og gestir. Í Útnorðurráðnum sita 18 tingfólk, seks frá hvørjum landi.



Inspired by Iceland