Útgávuframførsla - Vinalög

Leygardagin 24. oktober var framförsla í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at Jógvan Hansen og Friðrik Ómar góvu út tvíflöguna Vinalög. Á flöguni eru sangir, sum teir hava kosið úr songskattinum hjá báðum tjóðum: Jógvan valdi tíggju föroyskar sangir, sum vórðu týddir til íslendskt, og sum Friðrik Ómar síðan sang. Samstundis valdi Friðrik tíggju íslendskar sangir, sum týddir vórðu til föroyskt, og Jógvan sang.

Jógvan og Friðrik eru kendir sangarar í Íslandi, og föroyingar hava eisini fylgt væl við, hvussu væl hevur gingist hjá Jógvani í Íslandi. Jógvan vann X-faktor kappingina í 2007 og gav stutt eftir út flögu, ið gjördist sera væl umtókt. Friðrik hevur sungið í Eurovision Song Contest 2008, hevur givið út nakrar flögur og syngur við tónleikarbólkinum Eurobandið.

Framförslur við somu skrá vóru í Reykjavík 16. og 17. oktobur.



Video Gallery

View more videos