Svimjikapping

Íslendska svimjilandsliðið kappaðist í Føroyum leygardagin 28. novembur.

Albert Jónsson, aðalkonsul Íslands í Føroyum, segði nökur orð, tá ið kappingin byrjaði, og somuleiðis Føroya Løgmaður og formaður svimjisambandsins. Albert tók eisini lut, tá ið heiðursmerkini vórðu handað, eftir at kappingin var lokin.

Føroyska svimjilandsliðið vann kappingina við 101 stigi. Íslendingar fingu 79 stig. Kappingin var sýnd beinleiðis í Sjónvarpi Føroya. Eftir ætlan kemur føroyska svimjilandsliðið til Íslands komandi ár.

Video Gallery

View more videos