Siv Friðleifsdóttir vitjar í Føroyum

Siv Friðleifsdóttir kom til Føroya at halda tveir fyrilestrar vegna Norrøna Felagsins.

Fyrri fyrilesturin var um umboðan kvenna á tingi við atliti til tær royndir, sum íslendingar hava viðvíkjandi javnstøðu. Seinni fyrilesturin var um búskaparkreppuna í Íslandi, og gjørdi hon nógv burtur úr mótmælistiltøkum á Austurvølli og aðrastaðni. Salurin í Norðurlandahúsinum var nær um fullur, og spurningarnir vóru mangir. Hetta sýnir, at føroyingar hava stóran áhuga fyri tí, sum hendir í Íslandi. Dagin eftir gjørdi sjónvarpið drúgt viðtal við Siv í Fútastovu, og varð tað sent í høvuðstíðindasending sjónvarpsins um kvøldið.

Myndir av Føroya vitjanini eru at síggja á heimasíðu hennara: www.siv.is

Siv Friðleifsdóttir í sjónvarpsviðtali



Video Gallery

View more videos