01.07.2010

Össur Skarphéðinsson í Føroyum

Í dag kemur íslendski uttanríkisráðharrin Össur Skarphéðinsson til Føroya í sambandi við, at hoyvíksráðsfundur verður í Tinganesi 1. juli.

Hoyvíksráðið er ovasti myndugleikin í Hoyvíkssáttmálanum millum Føroya og Íslands og er mannað av uttanríkisráðharrunum í londunum báðum. Ein nevnd av embætisfólkum umsitur sáttmálan, men á ráðsfundi viðgera ráðharrarnir áleikandi mál og mál, ið krevja politiska viðgerð.

-Á ráðsfundinum fara ráðharrarnir at viðgera ymisk evni, ið hava týdning fyri Hoyvíkssáttmálan. Eisini verða onnur uttanríkispolitisk mál av felags áhuga umrødd eitt nú handilspolitikkur, trygdarpolitikkur og IWC, greiðir uttanríkisráðið frá.

Seinasti ráðsfundur var í Íslandi fyrra árið.

Íslendski uttanríkisráðharrin og fylgi hansara fara úr Føroyum aftur fríggjadagin.





Inspired by Iceland