Ólavsvøka

Ólavsvøkuaftan var opið hús í Fútastovu, stutt eftir at tjóðhátíðin var sett uppi á Vaglinum. Hetta hevur verið gjørt á hvørjum ári, síðan skrivstovan læt upp, og hevur tiltakið verið stak væl eydnað.

Hátíðarklæddir føroyingar í hundraðtali og umboð fyri mangar aðrar tjóðir stukku inn á gólvið hendan dagin eins og undanfarin ár. Tey fingu m.a. hövi til at smakka “hákarl”, sum er hákelling á føroyskum, og “hrefnukjöt”, sum er stórhvalatvøst. Íslendskar drekkavørur vóru eisini á borðinum. Í gestabókina skrivaði ólavsvøkugestur hetta ørindi:

Har sum áður fúti sat,

og föroyingar fylti við harmi,

gleðast um íslendskan mjöð og mat

hjörtu í norrönum barmi.

Ólafsvaka

~0079199



Video Gallery

View more videos