Myndlistaframsýningin Sjónarringur

Myndlistaframsýningin Sjónarringur læt upp í Norðurlandahúsinum 6. september 2009. Íslendski listamaðurin Guðmundur Ármann Sigurjónsson vísti fram myndir sínar og nevndi m.a. í røðu síni at hann hevur gott samstarv við føroyskar listamenn. Nú føroyingar rættu Íslendingum bróðurhond í sambandi við búskaparkreppuna hevði hann gjørt av, at lata føroyingum eitt listaverk eftir seg sum tøkk. Tá ið sýningin varð tikin niður, skuldi listaverkið latast Listasavni Føroya í varðveitslu, og so varð gjørt.

Úr skránni: Sjónarringur, har málningar vísa víddirnar í íslendsku náttúruni, skiftandi ljósið, sum gevur landinum, himmalinum, vatninum, fjøllunum og alt, tað sum grør, litfarra, sum vit í umhvørvinum, linjan sum skilir himmal og hav, himmal og fjall, land og vatn. Fatanin, sum setir seg fast í minnið og verður umskapað til eitt minni, sum verður útgangsstøðið í myndagerðini.

Í 2008 kom út bók um Guðmund Ármann og list hansara. Bókina gav hann aðalkonsulátinum í sambandi við framsýning sína í heyst. Hon liggur frammi í Fútastovu, soleiðis at fólk, sum vitjar inn, kann síggja hana.

Guðmundur undirvísir í list við Verkmenntaskólann á Akureyri.

Teldupostur: garmann@vma.is

Heimasíða: www.kennarar.vma.is/garmann

P1010447

P1010444

Video Gallery

View more videos