Móðurmálsdagur

Dagur íslenskrar tungu - íslendskur móðurmálsdagur

Íslendingar gera nógv burtur úr móðurmálsdegi sínum, 16. november, føðingardegi Jónasar Hallgrímssonar, tjóðskalds. Dagurin er almennur flaggdagur, og mentamálaráðið skipar fyri ymsum tiltøkum í samstarvi við fólk og stovnar. M.a. verður latin móðurmálsvirðisløn hendan dag, sum hevur verið hátíðarhildin síðan 1996.

Í ár skipar Aðalkonsulát Íslands fyri kvøldsetu í Norðurlandahúsinum við fjølbroyttari skrá og bjóðar øllum - føroyingum, íslendingum og øðrum - at vera hjartaliga vælkomin. Tiltakið er alment og ókeypis, og ymist gott íslendskt verður at fáa frá okkara Guðmundi kokki.  

Tíð: Hósdagin 16. november kl. 19.30

Staður: Skálin, Norðurlandahúsið.

Skrá:

Einar Kárason, rithøvundur: Um Føroyingasøgu og íslendskar miðaldarrithøvundar

Heðin M. Klein, skald og fyrrv. landsstýrismaður: Upplestur

Guðrið Hansdóttir, listafólk: Tónleikaframførsla

Høgni Djurhuus, tíðindamaður: Hugleiðingar

Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum: Samstarv um mentan og gransking

Þóra Þóroddsdóttir, rithøvundur og týðari: Hugleiðingar

Guðrið Hansdóttir, listafólk: Tónleikaframførsla

Video Gallery

View more videos