13.09.2010

Mentamálaráðharra á vitjan

Íslendski mentamálaráðharrin, Katrin Jakobsdóttir, var á vitjan í Mentamálaráðnum mikudagin 8. september 2010, har hon hitti landsstýriskvinnuna í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø. Tær umrøddu samstarvsmøguleikar millum londini innan mentan, útbúgving og gransking.

Íslendski mentamálaráðharrin vitjaði eisini  Listasavn Føroya, har hon m.a. varð kunnað um arbeiðið at leggja øll søvnini saman. Síðani varð vitjað á Fróðskaparsetri Føroya, har kunnað varð um broytingar á universitetsøkinum og um málundirvísing á Føroyamálsdeildini.

Eisini varð vitjað í Gásadali og í Bø, áðrenn farið varð úr Føroyum seinnapartin mikudagin 8.sept.





Inspired by Iceland