30.05.2013

Manskórið Stefnir í Vesturkirkjuni

Manskórið Stefnir var sett á stovn tann 15. januar 1940 og framførdi fyri fyrstu ferð, 3 vikur seinni, í Brúarlandi í Mosfellssveit.  Kórið taldi í byrjanini 20 limir, men er í dag tvífaldað til 40 virknar sanglimir.  Manskórið Stefnir fekk heiðurseitið: bæjarlistamaður Mosfellsbæjar í árinum 2000, sum eru mentanar-virðisløn, útlutað av Mosfellsbæ.

 

Kórið hevur útgivið tvær fløgur og hildið fleiri konsertir bæði í Ìslandi og uttanlands.

 

M.a. fór kórið á tónleikaferð til Eysturríki og Ungarn, har teir framførdu Sálumessu, eftir Frans Liszt í føðistaði hansara Budapest og somleiðis Wien. Á sumri ár 2002 ferðaðist Stefnir til Langollen í Wales, har kórið luttók í árligari kóstevnu.  Síðstu ferð kórið fór uttanlanda var í 2007, har teir ferðaðust til Helsinki í Finnlandi og St. Petursborg í Russlandi, har teir luttóku í norðurlanda tónleikafestivali.  Kórið hevur somuleiðis verið í Kanada, Danmark og Norra, og ætla nú at vitja frændur sínar í Føroyum. 

Komið verður til Føroya hósdagin 6.juni og heimaftur 10. juni. Við í túrinum verður hin væl kendi Jógvan Hansen, sum flestallir føroyingar kenna og somuleiðis Kristín R Sigurðardóttir, sopran. Fríggjadagin 7. juni ætla teir at ferðast runt um oyggjarnar og møguliga framføra nakrar sangir. 

Konsertir verða so hildnar fyri øllum í Vesturkirkjuni í Tórshavn, leygardagin 8. juni kl. 17:00.    Skráin er sera fjølbroytt og skemtiligur blandingur av popp-, musikal-, og operusangum av bæði íslendskum og útlendskum høvundum, sum verður undir stjórn Julian M. Hewlett við klaverundirspæli Guðríðar Steinunnar Sigurðardóttur. 



Inspired by Iceland