07.06.2011

Lykil til lívið

Albert Jónsson við lykli frá KiwanisTíðindafundur var herfyri í Fútastovu, aðalkonsuláti Íslands í Føroyum, í sambandi við at Kiwanis selur "Lykil til lívið". Tiltakið er í døgunum 5.-30. juni, við tí endamáli at stuðla teimum sálarsjúku. Albert Jónsson, aðalkonsul Íslands, tók ímóti fyrsta lyklinum.

Í bóklingi, sum komin er út í sambandi við tiltakið, stendur m.a. "Sálarsjúkur eru millum tær vanligastu sjúkur, sum níva landsmenn okkara, serliga ung fólk og eldri fólk. Tær volda helst størri arbeiðsmissi og kostnað fyri samfelagið enn flest aðrar sjúkur, sum eisini sæst í tí, at meira enn ein fjórðingur av øllum, sum fáa avlamispensjón, fáa hana vegna sálarsjúkur".

"Gloymið ikki tey sálarveiku". Tú kanst stuðla við at keypa lykilin til lívið. Lykilin verður skorin ókeypis til tín.

Heimasíða Kiwanis í Føroyum: www.kiwanis.fo



Inspired by Iceland