Kvinnukór Hornafjarðar í Føroyum

Kvinnukór Hornafjarðar hevur tvær framførslur í Føroyum. Hin fyrra verður í Vesturkirkju 22. april kl. 20 og hin seinna í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 25. april eftir flaggdagshaldið, t.e. um leið kl. 15.30.

Ókeypis atgongd - men fólk eru vælkomin at lata kórinum ein styrk í gongini.

Á skránni eru sangir úr ymsum londum umframt íslendskar sangir, og sjálvsagt eru eisini føroyskir sangir við. Kórleiðari er Heiðar Sigurðsson

og undirleikari Jónína Einarsdóttir.

Harafturat eru tveir gestatónleikarar við á ferðini.



Video Gallery

View more videos