26.07.2010

Konsert í Havnarkirkju

Pianisturin Anna Guðný Guðmundsdóttir og operasangarin Gissur Gissurarson fara at hava eina konsert í dómkirkjuni í Havn í morgin, týsdagin kl 11.30.

Tórshavnar kommuna er vertur, tá ólavsøkugestirnir fáa eitt sjáldsamt tónlistarligt upplivilsi at hoyra tvey av fremstu nøvnum yvirhøvur á íslendska tónleikapallinum. Tey fara at framføra ymsar staðir á ólavsøku, m.a. syngja og spæla tey á Tórspalli ólavsøkukvøld kl. 20.30

Um Gissur Páll
Gissur Páll byrjaði sína yrkisleið sum sangari við høvuðsleiklutinum í Oliver Twist einans ellivu ára gamal. Frá 1997 las hann á Söngskólanum í Reykjavík. Undir vegleiðing Magnúsar Jónssonar Jafnhlið í sangnámi sang Gissur í Kóri Íslensku Óperunnar og kom fram sum solistur við ymisk høvi. Í 2001 byrjaði hann at lesa við Conservatorio G.B Martini í Bologna árið og luttók síðan í privatundirvísing hjá Kristjáni Jóhannssyni.

Fyrsti operaleikluturin hjá Gissuri í Italiu var sum Ruiz í operuni Il Trovatore í Ravenna. Veturin 2004 var Gissur Páll við í uppsetingini av Così fan tutte, undir stjórn Claudio Abbado, í Ferrara, Reggio Emilia og Modena. Summarið 2005 sang hann Danilo í Kátu einkjuni. Heystið 2005 umboðaði Gissur Páll Ísland á EXPO framsýningini í Nagoya í Japan. Árið 2006 tók Gissur Páll lut í sangkappingini Flaviano Labò og endaði á 3. plássi av 123 luttakarum.

Heystið 2006 helt Gissur sína fyrstu solista-konsert í Íslandi í Salinum í Kópavogi. Sama ár luttók hann í sangkapping í Brescia, og har vann hann tvær virðislønir. Árið 2007 sang hann í Rakaranum í Sevilla í Heidelberg. Heystið 2007 sang Gissur Páll í framførslum av Werther eftir Massenet og Les Mammelles de Tiresias eftir Poulenc á Sardiníu.

Heystið 2009 sang Gissur leiklutin Nemorino í uppseting hjá Íslensku operuni av Ástardrykkinum og í atventskonsertum hjá Sinfóníuhjómsveit Íslands. Og nú sleppa vit endiliga at uppliva hann í Føroyum.


Um Annu Gudny
Undirspælið hjá Gissuri kemur sanniliga ikki frá hvørjum sum helst. Anna Guðný Guðmundsdóttir er fødd í Reykjavík. Hon varð útbúgvin sum solistur á Tónlistarskólanum í Reykjavík í 1979. Hon helt fram við útbúgving síni í London á Guildhall School of Music and Drama, har hon tók Post Graduate-prógv við serligum denti á kamartónleik og sangir við fylgispæli.

Anna Guðný hevur starvast í Íslandi síðani. Hon hevur verið solistur hjá Symfoniorkestri Íslands og Reykjavíkar Kamarorkestri og hevur havt framførslur saman við ymiskum bólkum, orkestrum og sangarum. Hon hevur ferðast víða, bæði við Reykjavíkar Kamarorkestri og við sopransangkvinnuni Sigrun Hjalmtysdórrir, og hevur havt konsertir kring um í Íslandi, í Norðurlondum, nógvastaðni í Evropa, Japan, Canada, Kina og USA – og nú er hon endiliga í Føroyum eisini. Hon hevur spælt nógvar konsertir inn á fløgu.

Anna Guðný undirvísti á tónlistadeildini á Listaháskóla Íslands frá 2001 til 2005, tá hon varð sett sum pianistur hjá Symfoniorkestri Íslands. Hon fekk íslendsku tónlistavirðislønina 2009 fyri framførsluna av “Tuttugu tillit til Jesúbarnsins” (Vingt regards sur l´Enfant-Jésus) eftir Olivier Messiaen.



Inspired by Iceland