17.05.2013

Kirkjukór á vitjan

Kirkjukór úr Mosfellsbær vitjar í Føroyum  í døgunum 17. – 23. Mai

 

Kórið er kirkjukór hjá Lágafellsókn í Mossfellsbær í Íslandi. Tey syngja við ymisk høvi í Mossfellsbær og  hava eisini sungið við ymisk hátíðarlig høvi – bæði í Íslandi og uttanlands. Tey hava ferðast víða, hava sungið í Italia, Írlandi, Danmark, Ungarn, Kanada og hava ný ynskt at vitja Føroyar.

 

Urguleikari og kórleiðari er Arnhildur Valgarðsdóttir

Formaður kórsins er Valgerður Magnúsdóttir

Regin Grímsson (Eysturoy) hevur fingið ferðina til Føroyar í lag

 

Áralanga vinarlagið millum Føroya og Íslands og ríki sangskattur føroyinga hevur leitt mong dugnalig føroysk tónlistafólk til Íslands. Hesi hava verið til stóra gleði og íblástur fyri íslendingar, og sum eina tøkk fyri hetta, ynskir Kirkjukór Mosfellsbæjar at vitja Føroyar og syngja fyri føroyingum og saman við føroyskum sangarum.

 

Sum tað framgongur av skránni, fara tey at hava konsertir saman við ymiskum føroyskum kórum og sangarum.

 

Kórið kemur til Føroya fríggjadagin 17. Mai og verður at hoyra á hesum støðum:

 

 

 

Fríggjadagin

17-05

Kl. 20:00

Konsert í Vesturkirkjuni. MC Restorff & vinfólk luttaka

Hvítusunnudag

19-05

Kl. 11:00

Syngja til gudstænastuna í Havnar Kirkju

Hvítusunnudag

19-05

Kl. 19:30

Konsert í Deplinum í Skálavík. Sandoyar manskór luttekur

2. Hvítusunnudag

20-05

Kl. 12:00

Syngja til gudstænastu í Húsavíkar kirkju

Týsdagin

21-05

Kl. 15:00

Syngja í Tilhaldinum í Havn

Týsdagin

21-05

Kl. 20:00

Konsert í Ebenezer saman við Ebenezerkórinum

Mikudagur

22-05

Kl. 19:30

Konsert í Siloa í Fuglafirði saman við Siloakórinum

Hósdagur

23-05

Kl. 20:00

Konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík saman við 17 Sangarum

 



Inspired by Iceland