Jólamóttøka í Fútastovu

Fríggjadagin 4. desembur var jólamóttøka í Fútastovu.

Mikið av fólki kom, serstakliga íslendingar búsettir í Føroyum og limir Íslendingafelagsins Frón, men her vóru eisini aðrir góðir gestir. Íslendskur matur var borin fram, m.a. flatkökur og heingikjöt og íslendskt góðgæti. Hetta var fyrstu ferð, at jólamóttøka var fyrirskipað í Fútastovu. Tiltakið eydnaðist væl, og verður væntandi tikið uppaftur.



Video Gallery

View more videos