Jógvan og Friðrik Ómar í Fútastovu

17. desember komu Jógvan Hansen og Friðrik Ómar á vitjan í Fútastovu. Teir førdu fram nakrar sangir av fløguni Vinalög og fingu góða móttøku frá teimum, sum lýddu á. Síðan seldu teir áritaðar fløgur til gestirnar. Tiltakið var umrøtt í Morgunblaðnum við mynd av teimum báðum og Alberti Jónssyni uttan fyri Fútastovu. Teir vóru í útvarpi og sjónvarpi, og so væl tóku íslendingar og føroyingar ímóti hesum, at teir møguliga fara at halda fram við samstarvinum og geva út fløgu við íslendskum og føroyskum barnasongum.

Jógvan og Friðrik árita



Video Gallery

View more videos