26.05.2011

Íslendskur tónleikari/býráðslimur vendir plátum í Sirkus

Einar Örn er kendastur frá søguliga samstarvinum við Björk. Tey vóru fyrst saman í bólkinum KUKL og seinni í Sykurmolunum, The Sugarcubes, sum skjótt vann altjóða viðurkenning.

Einar Örn hevur síðani lisið miðlafrøði, arbeitt fyri plátu- og listafelagið Smekkleysu við altjóða navninum Bad Taste, og stovnaði í 1995 fyrstu netkaféina í Reykjavík.

Fyrsta soloverk hansara, Ghostigital, bleiv til í 2003. Undir hesum navni hevur Einar Örn arbeitt saman við eitt nú Gorillaz.

Einar Örn er umframt hetta politikari fyri Besta Flokkin í Reykjavíkar býráði, har hann er næsti maður Jón Gnarrs, borgarstjóra. Eisini er hann formaður í menta- og ferðavinnunevndini í Reykjavíkar býi.

Einar Örn er í Havn í sambandi við norðurlendsku mentanarráðstevnuna hjá Tórshavnar kommunu, sum bleiv avlýst vegna trupuleikar við flogferðsluni.

Meðan hann vitjar klettarnar, leggur hann leiðina oman í Sirkus, har hann hevur havt orðið á eigararnar um at venda plátum eina løtu. Einar Örn hevur nevniliga eisini eina tætta fortíð at Sirkus í Reykjavík, og var saman við millum onnur Björk, Sigur Rós, Gus Gus og hinum garpunum við til at fylla staðið út, tá tað lat upp har síðst í 90unum.

Sum so mong onnur harmast hann um, at Sirkus í Reykjavík noyddist at lata aftur í 2007, men fegnast nú um at sleppa at vitja føroysku útgávuna av tí fyri fyrstu ferð. Og tað komandi hóskvøld frá klokkan 21-24.

Ókeypis atgongd.





Inspired by Iceland