08.06.2012

Íslendsk skrá á mentanarnátt

Sluppin Westward Ho sum sigldi til Íslands í síðstu viku, luttók í Hátíð Hafsins og íslendska sjómannadegnum, er nú á veg aftur til Føroya. Ferðin er í sambandi við sáttmála millum Tórshavnar Kommunu og Faxaflóahafnir, sum  byggir á samstarvi innan menntan og ferðavinnu. Skipsmanningin telur átta føroyingar og átta íslendingar.

Íslandsskráin byrjar kl. 18:00 fríggjadagin 8. juni, sum er mentanarnátt í Tórshavn. Tá borðreiðir kokkurin Árni Þór Árnórsson við grillaðum íslendskum lambskjøti uttan fyri Öström. Kendi tónleikarin KK (Kristján Kristjánsson) fer at framføra í Mullers Pakkhúsi kl. 21.



Inspired by Iceland