07.07.2011

Húni II vitjar Føroyar

Húni II, ið er ein 27 m. langur træbátur og varð smíðaður í Akureyri í 1963, vitjar Føroyar 9. til 13. juli. Báturin sigldi frá Akureyri 6. juli og verður í Klaksvík leygardagin, 9. juli, og í Tórshavn sunnudagin, 10. juli. Á báðum støðum verður báturin alment opin frá kl. 13:00 til 18:00. Serstakliga stuttligt hevði verið at sæð "gamlar føroyskar íslandssjómenn" og onnur, ið hava áhuga í íslendskari strandarmentan. Manningin fer at bjóða okkurt lætt til matna og greiða frá Akureyri sum eitt gott stað at vitja. Mánadagin, 11. juli, siglir báturin til Tvøroyrar og savnast har saman við bátaflotanum, ið síðan siglir til Húsavíkar í Íslandi í sambandi við "Sail Húsavík 2011". Nærri upplýsingar gevur Hjörleifur Einarsson, formaður í felagnum "Góð-Vinir Húna II", á tlf.nr. +354 896 9611 ella á hei@unak.is. Si eisini www.huni.muna.is og  www.sailhusavik.isella á Facebook.



Inspired by Iceland