18.10.2013

Heilsustovnur Náttúrulæknafelags Íslands (NLFÍ)

Kunningarfundur verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni, týsdagin 22. oktober kl. 20.00.

Heilsustovnur NLFÍ í Hveragerði (40 km úr Reykjavík) bjóðar framúr góðar viðgerðir innan heilsu, í styttri ella longri tíðarskeið, fyri øll sum vilja njóta lívið í heilsugóðum umhvørvi. Har eru góðar umstøður, róligt umhvørvi og tætt samband við náttúruna. Fjølbroyttar viðgerðir eru í boði og áhugaverd støð at síggja í nærumhvørvinum.

Uppihald á heilsustovninum bjóðar tær ein møguleika at læra nýggjar og skilagóðar leiðir innan rørslu, matvenjur (kost) og svøvn.

Á fundinum verður kunnað um tilboð og tænastur á Heilsustovninum og øll eru hjartaliga vælkomin.

Sí meira á www.hnlfi.is



Inspired by Iceland