01.04.2011
Havgird
Sjónleikurin Havgird verður framførdur í Íslandi í Grafarleikhúsinu í Hafnafirði 16. og 17. apríl.
Leikurin er vorðin til í einum samstarvi við kenda íslendska leikstjóran, Águstu Skúladóttir, sum saman við føroyskum sjónleikarum hevur gjørt leikin.
Í stuttum viðgerð leikurin lívið hjá fimm verum á havsins botni, vit fáa innlit í, hvussu tær komu niður har, og hvussu teirra gerandisdagur er.
Leikurin er eitt væl samansett spæl í ljóði og ljósi, bæði við sínum álvarsomu senum eins og skemtibrot eru við.


