07.05.2014

Gunnar Sigurðsson í Føroyum

Gunnar Sigurðsson var á vitjan í Føroyum og í hesum sambandi varð skipað fyri samkomu, har hann fekk handað gullnál Fóbóltssambandsins, FSF. Gunnar var í mong ár nevndarlimur í íslendska fótbóltssambandinum, KSÍ, og hann var eisini góður vinmaður hjá fyrrverandi forsetanum í FSF, Torleifi Sigurðssyni, sála. Tá ið føroyingar á sinni arbeiddu við at fáa limaskap í bæði UEFA og FIFA, var Gunnar Sigurðsson ein av teimum, sum á ymsan hátt royndi at gera sína ávirkan galdandi, soleiðis at føroyingar kundu røkka hesum máli. Allastaðni har hann kom í fótbóltshøpi talaði hann fyri føroyskum limaskapi, og tað var tí heldur ikki av tilvild, at tá ið Føroyar fingu FIFA-limaskap í 1988, spældu teir sín fyrsta altjóða skrásetta landsdyst á Akranesi (har Gunnar býr), móti Íslandi. Forseti fótbóltssambandsins, Christian Andreasen handaði Gunnari gullnálina nú hann var í Føroyum í apríl.



Inspired by Iceland