23.11.2011

Frostrósur

Tíggjundi hvør íslendingur hevur seinastu mongu árini havt konsertina hjá Frostrósum sum ein sjálvsagdan lut í jólahugnanum. Í ár hava Frostrósur 10 ár á baki, og hetta verður hátíðarhildið við fleiri stórum konsertum kring Ísland, umframt í nýggja mentanarhúsinum Harpa í Reykjavík. Har hevur sølan gingið so mikið væl, at eykakonsertir longu eru settar á skránna.

 Leingið hava tey droymt um at vitja í Føroyum, og tí gleðast tey almikið um, at hetta nú verður veruleiki. Talan verður um stórsligna konsert í heimsflokki við sonnum jólaperlum, bæði altjóða og heimligum, og fleiri bornar fram á føroyskum.

Pallurin verður fyltur av sangstjørnum. Eivør Pállsdóttir og Jógvan Hansen, Fríðrik Ómar, Hera Bjørk, Jóhann Friðgeir Valdimarsson, Margrét Eir og orkestrinum hjá Frostrósum. Harumframt luttekur eisini Gentukórið 'Litir í Leiki' í Kommunuskúlanum.

Sí meira á www.nlh.fo



Inspired by Iceland