07.09.2012

Framsýning Jónína Guðnadóttir

Framsýning við íslendsku listakvinnuni Jónínu Guðnadóttur verður í Listasavni Føroya 7. september - 7. oktober 2012.

Listakvinnan verður til staðar á ferniseringini fríggjadagin 7. september kl. 16 og savnið bjóðar okkurt leskandi.

Listasavnið gevur út framsýningarkatalog við teksti eftir Nils Ohrt savnsleiðara. Katalogið kostar kr. 100.

Framsýningin er opin til sunnudagin 7. oktober 2012.



Inspired by Iceland