09.08.2013

Frændafundur 8: Føroysk-íslendsk vísindaráðstevna á Fróðskaparsetrinum 24. – 25. august 2013

Ráðstevnan Frændafundur 8 verður á Fróðskaparsetri Føroya 24. og 25. august 2013 við nógvum áhugaverdum fyrilestrum.

 

Granskingarbrak
Leygardagin 24. og sunnudagin 25. august ber til at hoyra eina rúgvu av forvitnisligum fyrilestrum  á Frændafundi, sum hildin verður á Læraraskúlanum. Tað er ókeypis at koma at lurta eftir fyrilestrunum og øll eru hjartaliga væl komin. Frændafundur, sum er samstarv millum  Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands, gevur granskarum høvi til at halda fyrilestrar og skifta orð um sína gransking viðvíkjandi føroyskum og íslendskum evnum og gevur øðrum høvi til at hoyra fyrilestrarnar og orðaskiftið.

Móðurmál, filmur  - og ein repil av fjølbroyttum evnum
Tvey høvuðsevnir eru á ráðstevnuni. Annað er móðurmál og námsfrøði, sum verður viðgjørt úr íslendskum og føroyskum sjónarhorni í tveimum høvuðsfyirlestrum og nøkrum stuttum fyrilestrum. Hitt er filmur, sum í høvuðheitum verður viðgjørt í einum íslendskum og einum føroyskum høvuðsfyrilestri. Harumframt  er ein fjøld øðrum fyrilestrum: Ein røð av íslendskum fyrilestrum ber saman einstakar tættir í føroyskum og íslendskum máli; nýggjur doktari greiðir frá, hvussu djór bjarga sær við at krógva seg í bólki og ein royndur granskari hyggur at eygleiðingum hjá Chr. Matras av matmentan o.a.m.

Fyrilestrarnir verða hildnir á føroyskum og íslendskum, einstakir á norskum og donskum. Teir verða varpaðir upp á skíggja, samstundis, sum teir verða hildnir. Síggið ta fjølbroyttu ráðstevnuskránna á: www.setur.fo



Inspired by Iceland