Frá føroyska/íslendska Handilskamarinum: Búmerkjakapping
Í november verður føroyskt/íslendsk handilskamar stovnað í Føroyum.
Í hesum sambandi verður bjóðað til búmerkjakapping. Uppskot skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 28. oktober 2012 og skal sendast í telduposti til kristin@chamber.is
Vinnarin fær eitt gávukort, sum er ein flogferðaseðil millum Føroya og Íslands og heimaftur (skattur og avgjøld ikki íroknað), eitt íslendskt lambstjógv ella eitt skerpikjógv.
Leiðslan í føroyska-íslendska handilskamarinum boðar frá hvør hevur vunnið kappingina fyrst í november mánað.
Uppskotini skulu sendast inn í myndaformati (png ella jpg) og vektorformati (feks. EPS= í tveimum støddum. Á einari síðu stórt format 1000 x 1000 px í lítlum formati 150 x 150 px. Eftir kappingina verður búmerkið ogn hjá føroyskum –íslendskum handilskamari og vil verða brúkt á heimasíðuni, á brævpappíri og marknaðarføringstilfari frá handilskamarinum.
Kappingin er opin fyri øll.
- Vinnandi uppskotið skal vera orginalt í designinum
- Uppskotið skal vísa, at talan er um bilateralt samband millum Føroya og Íslands
- Uppskotið eigur at vísa flagg litirnar: blátt, reytt og hvítt.
Til samanberingar ber til at hyggja eftir búmerkjum á heimasíðuni hjá Íslendska Viðskiftaráðnum http://www.vi.is/althjodasvid
Um føroyskt/íslendskt handilskamar
- Ein bólkur av fyritøkur, feløgum og einstaklingum sum luttaka í samhandlinum millum Føroya og Íslands
- Hevur til endamáls at fremja samhandilin millum Føroya og Íslands í mun til vørur og tænastur, flutning og íløgur
- Er eitt sosialt netverk fyri samskifti millum fyritøkur, feløg og einstaklingar og er eitt formum fyri samskifti við almennu myndugleikarnar
- Eitt amboð til at samskifta millum londini
- Flyting av vitan í spurningum, sum viðvíkja handlissamstarvinum millum Føroyar og Ísland bæði nú og í framtíðini
- Verða viðkomandi til at lætta um og styrja um netverk og vinnulívið í londunum
- Halda fundir, verkstovur og ráðstevnur og hjálpa til tá almennar og vinnuligar vitjanir eru
Til samanburðar má skoða merki hinna millilandaráðanna á http://www.vi.is/althjodasvid.


