14.09.2010

Forsætisráðharri á almennari vitjan

Forsætisráðharri Íslands, Jóhanna Sigurðardóttir og maki hennara, Jónína Leósdóttir við fylgi komu til Føroyar á almenna vitjan 6.-8.sept.
Vitjað varð í Norðurlandahúsinum, á Listasavni Føroya og á Føroya Fornminnissavni. Týskvøldið var løgmaður vertur við einum døgurða í Kirkjubø.

Mikumorgunin hevði løgmaður bjóðað Jóhonnu Sigurðardóttir til morgunmat í Tinganesi saman við landsstýrisfólkunum. Aftaná var fundur millum løgmann og íslendska forsætisráðharran. Víst varð til grein 7 í Hoyvíks-sáttmálanum, ið varð undirritaður landanna millum hin 31. august 2005, har víst verður á viljan hjá báðum pørtum at stimbra og breiðka samstarvið landanna millum á øllum viðkomandi økjum, ið hava felags áhuga. Sipað verður serstakliga til menning av menniskjatilfeingi í almenna geiranum.

Felags endamálsyvirlýsing

Forsætisráðharri Íslands og Føroya løgmaður vilja hervið vísa til grein 7 í Hoyvíks-sáttmálanum, ið varð undirritaður landanna millum hin 31. august 2005, har víst verður á viljan hjá báðum pørtum at stimbra og breiðka samstarvið landanna millum á øllum viðkomandi økjum, ið hava felags áhuga. Sipað verður serstakliga til menning av menniskjatilfeingi í almenna geiranum.

Við støði í ynskinum at styrkja vinabond og samstarv landanna millum í samsvari við Hoyvíkssáttmálan, ynskja forsætisráðharri Íslands og Føroya løgmaður at víðka samstarvið millum viðkomandi stjórnarráð á hesum økjum:

- Fyrisiting, leiðslu og løgfrøðiliga siðvenju í landsfyrisitingini

- Javnstøðu, rættargrundarlag, mannagongdir, kunningar- og útbúgvingarátøk.

Viðvíkjandi teimum geirum, ið eru nevndir í grein 2, skal viðmerkjast, at eitt tílíkt samstarv kann vera umbýti av starvsfólki og upplýsingum, vitjanir, ráðstevnur, skeið ella felags granskingarverkætlanir.

Nærri útgreining um ætlanir og átøk eiga at verða tikin upp í felagsnevndini, sum er sett sambært grein 8 í Hoyvíkssáttmálanum.

Forsætisráðharri Íslands og Føroya løgmaður eru samd um at stimbra og styrkja vinabandið og samstarvið millum Ísland og Føroya og vátta teirra felags áhuga í góðum samstarvi í komandi tíðum og styrkjan av Hoyvíkssáttmálanum.

Undirritað hin 8. september 2010 í Tórshavn í trimum frumskjølum á íslendskum, føroyskum og enskum.

_______________________ _____________________________ Forsætisráðharri Íslands Føroya løgmaður Jóhanna Sigurðardóttir Kaj Leo Johannessen

Kl. 11.00 var tíðindafundur í Tinganesi.

Jóhanna Sigurðardóttir og fylgi fóru av landinum seinnapartin mikudagin.





Inspired by Iceland