23.03.2012

Føroyskur móðurmálsdagur

Sunnudagin 25. mars er føðingardagur V.U. Hammershaimbs (1819-1909). Tá fer Bjørn Kalsø, landstýrismaður í mentamálum, at handa móðurmálsvirðislønina 2012 í Fútastovu í Havn. Samstundis verður opið hús í grannahúsunum, Nýggjustovu, har Hammershaimb búði.

Tað eru Nám, Mentamálaráðið, Føroyska málnevndin, Dimmalætting, Sosialurin og Kringvarp Føroya, sum skipa fyri degnum og virðislønini.

Fyriskipararnir siga, at nú skal móðurmálið setast í miðdepulin ein fastan dag, móðurmálsdagin. Hesin dagur er settur at vera 25. mars, sum er føðingardagur Hammershaimbs.

Nám hevur á undirvísingarportalinum Snar gjørt temasíðu um Hammershaimb, og Dimmalætting og Sosialurin hava hesa vikuna greinar um faðirin at móðurmáli okkara, Hammershaimb.

Forlagið Sprotin, Bókadeild Føroya Lærarafelags, Landsbókasavnið og íslendska aðalkonsulátið, sum heldur til í Fútastovu, stuðla eisini verkætlanini.

Sunnudagin 25. mars kl 15:00 verður almenn samkoma í Fútastovu í Gongini í Havn og eisini í Nýggjustovu, har Hammershaimb búði og hevði bond í báðar ættir, hóast føddur á Steig í Sandavági.

Sí meira á: www.nam.fo

 



Inspired by Iceland