03.12.2013

Filmurin Djúpið (Dýpið) vístur í NLH

Íslendski filmurin Djúpið (Dýpið) verður vístur í Norðurlandahúsinum mikudagin 4. desember kl. 19.30

Baltasar Kormákur leikstjórnar og byggir filmurin á handrit eftir Atla Jónsson, men hugskotið byggir á veruligar hendingar tá ið Guðlaugur Friðþórsson bjargaði sínum egna lívi eftir at skipið Hellisey VE503 fór niður 11. mars 1984. Filmurin lýsir hendingina hesa nátt, men hann gevur okkum eisini innlit í lívið hjá íslendskum sjómonnum og familjum á bygd hesa tíðina.
Meira um filmin sæst her:
 
Sí eisini: www.nlh.fo
 


Inspired by Iceland