12.05.2011

Filmurin Brim vístur í Havnar Bio

Ársins íslendski filmur í Havnar Bio

Havið gav, havið tók stendur á plakatini fyri ársins film í Íslandi, ‘Brim’.

Filmurin, sum er tikin umborð á línubáti, byggir á sjónleik eftir Jón Atla Jónasson, ið varð frumsýndur í Oyggjunum í 2004. Nýggi filmurin ‘Brim’, sum hin javnaldrandi Árni Ólafur Ásgeirsson leikstjórnar, verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið 18. mai kl 19:30.

Undir sýningini vera leikstjórin Árni Ólafur Ásgeirsson og handritahøvundurin Ottó Geir Borg til staðar og fara at røða um filmin og svara spurningum.

Tað er Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins, sum saman við íslendska aðalkonsulinum, Alberti Jónsson, ið skipar fyri filmsýningini. Atgongumerki fáast sum vant á netinum og við diskin í Havnar Bio undan sýning.

Gevið gætur: 40 atgongumerki til Brim eru í boði í aðalkonsuláti Íslands, Fútastovu, Gongin 5 (millum kl. 9 og 16). Fyrstur kemur – fyrstur fær!

Nýggi íslendski filmurin ‘Brim’ er síðsti filmur í várhálvuni hjá Klipp. Meir kann lesast um film her: http://zikzak.is/brim/

Fyrireikararnir eru væl nøgdir við undirtøkuna hetta fyrsta skeiðið. Útselt hevur verið til onkra sýning, so neyðugt hevur verið at skipa fyri eykasýningum. Tað hevur ikki verið vanligt, tá talan er um norðurlendskan film, sum ikki verður sýndur so ofta her heima. Hetta hevur styrkt um hugsjónina handan Klipp, sum júst er at vísa aktuellan norðurlendskan film.

Í heysthálvuni er ætlanin at vísa enn fleiri nýggjar norðurlendskar filmar, mikukvøld í Havnar Bio.

Fyrireikararnir arbeiða við at fáa nýggjastu og mest umrøddu norðurlendsku filmar á skránna, millum annað teir báðar donsku, sum eru í høvuðskappingini á filmstevnuni í Cannes.

Væl møtt til norðurlendskan film hjá Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins, mikukvøld í Havnar Bio.





Inspired by Iceland