20.10.2010
Dúó stemma á vitjan í Føroyum
“Dúó Stemma” var á vitjan í Føroyum 15. -22. oktober. Tey framførdu fyri børnum í skúlum og í Norðurlandahúsinum.
Herdís Anna Jónsdóttir leikar bratsch og Steef van Oosterhout leikar á slagverki í symfoniorkestri Íslands til dagligt, men tá tey bæði vitja skúlar, leika tey eisini á sjálvgjørdum ljóðførum, t.d. sandpappíri og kromatiskum íslendskum steinum .
Herdís Anna sigur frá, og Steef spælir undir.
Sí meira á heimasíðu: www.duostemma.is


