22.11.2013

Bókaframløga í Norðurlandahúsinum

Í hesum døgum gevur Forlagið í Støplum út skaldsøgu eftir íslendska høvundin Bjarna Bjarnason, sum Carl Jóhan Jensen hevur týtt til føroyskt.

Bjarni Bjarnason, sum búði í Føroyum nøkur av uppvakstrarárum sínum, skrivar í skaldævisøguni Andlit júst um sín uppvøkstur frá at vera smádrongur í hálvfjerðsunum, til hann sum ungur maður fram undir aldaskifti roynir at fóta sær sum rithøvundur í Reykjavík.

Ein kapittul í bókini ber heiti Nólsoy og er um tíðina, høvundurin sum smádrongur flutti til Føroya saman við pápanum og nýggju konu hansara at búgva. Í Nólsoy hittir hann Arnabba og fær tíðina at ganga við at fiska á keiini. Hugurin til skúlan var lítil, og ístaðin tók hann sær fyri at henta fløskur til lívsins uppihald, og tað, hann ikki át fyri, setti hann í ein gittargrunn. Eisini fær lesarin at vita, hvussu smádrongurin upplivir grindadráp, meðan hann enn býr í Føroyum

Í bókini verður lesarin tikin við á eina ferð gjøgnum bókmentir, dreymar og rákaldan veruleika í fleiri londum: Íslandi, Føroyum, Svøríki og Onglandi.

Á leiðini er høvi at hitta ørgrynni av fyndiga lýstum mannskepilsum, bæði kall- og kvennkyns, alt frá ljótastu djevlum og fyllibyttum til yvirjarðlig góðdýr.

Bjarni Bjarnason er føddur 1965 og telist millum bestu samtíðarhøvundar í Íslandi. Hann hevur fingið bæði bókmentavirðisløn Tómasar Guðmundssonar og bókmentavirðisløn Halldórs Laxness.

Hann vakti fyrst av álvara ans við skaldsøguni Endurkoma Mariu (1996), sum var í uppskoti til íslendsku bókmentavirðislønina sama ár og hevur havt stóra ávirkan á íslendskar samtíðarbókmentir.

Verk eftir Bjarna Bjarnason eru týdd til fleiri mál, eitt nú týskt, enskt og arabiskt.

Nú skaldsøgan Andlit verður útgivin á føroyskum og Bókadagar eru í Norðurlandahúsinum hetta vikuskifti, verður høvi at hitta Bjarna Bjarnason í Norðurlandahúsinum leygardagin 23. november kl. 15.30. Tá fer Dorit Hansen ritstjóri á Námi at hava samrøðu við høvundin, sum fer at greiða frá sínum skaldskapi, sínum sambandi við Føroyar, umframt at hann fer at lesa burtur úr føroysku útgávuni á føroyskum. Tiltakið leygardagin fer fram í Klingruni.

Skaldsøgan Andlit telur 260 blaðsíður og kostar 260 krónur í bókasølunum.



Inspired by Iceland